Undirhaldandi í Vestmanna

Eftir undirhaldandi og spennandi kvinnudystin skuldu menninir hjá VÍF og Neistanum vísa, hvør dugur var í teimum. Og tað megnaðu teir eisini

Nógv mál, lív í høllini, gott spæl, ferð, spenningur.
Jú, tað var alt samalt har, tá VÍF og Neistin brustu saman í høllini í Vestmanna. Menninir høvdu eisini eitt sindur av livað upp til, tí kvinnudysturin frammanundan hevði av álvara hitað áskoðararnar upp, so teir vildu síggja meira!
Og einki stóðu mannfólkini aftan fyri konufólkini, tí talan bleiv um ein fínan dyst, har Neistin fekk fylgt VÍF næstan allan vegin.
Bæði lið brúktu breiddina og skjótleikan, og tí komu eisini nógv mál í dystinum, ið fyri tað kundi verið ein toppuppgerð nógv seinni á vetrinum.
Neistin hevur nakrar ungar og skjótar spælarar, ið boða frá góðum í framtíðini, og teir yngru vóru ikki teir, ið stóðu aftast, tá tað ráddi um at bjóða samansjóðaða og roynda liðnum hjá VÍF av. Ikki minst hetta var við til at geva dystinum tað, ið skal til fyri at tryggja undirhaldsvirði.

Olsen-beiggjarnir
Kortini skal so eisini sigast, at VÍF í beiggjunum Inga og Áka Olsen hevur nakað, flestu av hinum liðunum kanska mangla í avgerandi løtunum og tá tað ræður um at halda høvdið kalt.
Ingi hevði sum vanligt ein stýrandi leiklut á liðnum, men eiisni nækur góð skot, ið góvu bæði verju og málmanni hjá Neistanum trupulleikar ferð eftir ferð. Serliga í seinna hálvleiki gjørdi hann teimum bláu lívið súrt, tí hvørja ferð Neistin vildi sleppa avstað, var Ingi har við einum máli, ið helt vestmenningum til.
Og júst sum Neistin skuldi taka dik á seg tíggju minuttir fyri tíð, tók Áki við og skjeyt nøkur avgerandi mál. Eini tvey ella trý av teimum vóru hesi drepandi undirhondsskotini, ið málverjarnir hjá Neistanum ikki vistu av, fyrr enn bólturin spraklaði í meskunum.
Tá VÍF var komið upp á 24-20 og bara fimm minuttir vóru eftir, munaði so lítið hjá Neistanum at gera eina síðstu roynd, tí alla tíðina hevði VÍF yvirskot til at skora afturímóti, og soleiðis endaði hesin góði dysturin við sigri til favorittarnar.
Vestmenningar høvdu kanska ikki spælt seg heitar, tá teir vitjaðu í Hoyvík mikukvøldið, men sunnudagin vístu og prógvaðu teir, at tú altíð kanst rokna við teimum, tá talan er um fremstu røð.
Neistin kom í sínum lagi avgjørt burtur úr dystinum við varðveittari æru. Og lítið vantar í, at liðið er so mikið vælkoyrandi, at tað kann geva sjálvt VÍF størri trupulleikar enn hesa ferð. So eru hini eisini ávarað?

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 28-25 (12-12)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 10 (3), Ólavur Brimnes 4, Áki Olsen 4, John Zachariasen 4, Sámal Joensen 2, Piti Negru 2, Rógvi Nielsen 1, Daniel Rapa 1
Neistin: Morgan Knezevic 9 (3), Jón Ludvig 5, Dann Thorleifsson 4, Helgi K. Justinussen 3 (1), Helgi Michelsen 2, Birgir Kass 1, Ragnar Staksund 1
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 7
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 1
Dómarar: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen