Undirhaldandi javnleikur

Bólkur C
Costa Rica og Turkaland spældu kanska mest undirhaldandi, og Brasilia hevur tryggjað sær víðari luttøku í kappingini

HM-fótbóltur

Enn stendur tað púrasta opið, hvørt tað verður Turkaland ella Costa Rica, sum vinnur seg víðari úr bólki C saman við Brasilia.
Ein avgerð var at hóma, tá londini bæði dystaðust sunnudagin, og málmøguleikarnir trutu í øllum førum ikki. Serstakliga í seinna hálvleiki var talan um ein lívligan dyst, og eftir at Turkaland hevði lagt seg á odda, setti Costa Rica eitt satt ódnarveður í gongd oman móti turkiska málinum. Talan gjørdist tó bert um einsamalla málið, sum Winston Parks skeyt stutt fyri leiklok, og úrslitið merkir, at tað enn er púrasta opið, hvat av londunum skal víðari úr bólkaspælinum.

Farvæl til Kina
Tað hevur Brasiliga ? annars sum einasti av sonevndu favorittum ? longu tryggjað sær, eftir at teir leygardagin vundu burtur úr kinserunum. Roberto Carlos legði fyri, tá hann eftir fimm ár uttan landsliðsmál langaði fríspark beinleiðis í málið. Hetta var fyrsta mál hansara á landsliðnum, síðani hann undan HM kappingini í 1998 sendi heimsgitna fríspark sítt úr 30 metrum í kassan móti Fraklandi.
Rivaldo, Ronaldinho og Ronaldo skutu hini trý málini, sum staðfestu, at Kina - sum væntað - noyðist at siga farvæl til endaspælið á hesum sinni.

Úrslit:
Brasilia-Kina 4-0 (3-0)
1-0: Roberto Carlos, 15
2-0: Rivaldo, 32
3-0: Ronaldinho (br.), 45
4-0: Ronaldo, 55

Costa Rica-Turkaland 1-1 (0-0)
0-1: Emre Belozoglu, 56
1-1: Winston Parks, 86