Í sambandi við sólarmyrkingina skipar Sangkórið í Ebenezer fyri ókeypis konsert leygarkvøldið 21. mars kl. 19.00 í Ebenezer.
Málbólkurin er uttan iva útlendsku gestirnir, tí fyrireikararnir boða frá, at tað mesta gongur fyri seg á enskum.
Kórið syngur sangir, sum hava sín uppruna úti í heimi, men fer eisini at syngja føroyskar upprunasangir. Á skránni eru eisini felagssangir – eisini á fremmandamáli.
Aftaná konsertina verður ein drekkamunnur.