“Tey, sum seta spurnartekin við menningarlæru Darwins ella biðja um prógv, verða skýrd modernaðir trúarvillingar og býttlingar. Men framtíðin fer at vísa, at darwinisman var ein naturalistisk hypotesa við nógvum veikleikum, ið tók sær einkarrætt innan náttúruvísindi og onnur vísindaøkir. Og royndirnar at útihýsa øllum vísindaligum atfinningum, ikki minst í ES-lóggávu, fara at gerast truplari og truplari (…).
ES-resolusjón 1580 frá 2007 heitir inniliga á limalondini um at viðurkenna darwinismuna sum einasta vísindaliga ástøði í náttúrufrøði. Tað er undirhald a la Hollywood, tá samtyktin leggur áherðslu á, at stabiliteturin og framburðurin í Europa kemur í stóran vanda, um darwinisman ikki fær innivist hjá vísindunum.”










