Undirhald í Gundadali

B36 er helst favoritturin á pappírinum, men enn hava teir sjáldan livað upp til heitið, og klaksvíkingar eru so smátt um at verða heitir. Og so hava teir eisini tvey stuðlafeløg við sær

Hálvfinala

Dystirnir millum KÍ og B36 hava ofta verið roknaðir sum nakað serligt. Kanska einamest, tí tað heilt leingi var fastur siður, at hesi bæði dystaðust á ólavsøku, og seinnu árini er tað eisini onkun tíð komið fyri, at júst hesi bæði hava dystast um sjálvt meistaraheitið.
Soleiðis er tó ikki sunnudagin, men tað ger ikki týdningin av dystinum minni. Finaluplássið í finaludystinum um Løgmanssteypið stendur upp á spæl, og tað er einki at ivast í, at hetta er ein tvídystur, sum báðir partar vilja vinna.

Nakrir skaðar
Í B36 mundu tey draga andan nakað lættari, nú liðið slapp óskalað av vøllinum á Mølini á Eiði, men hetta kunnu tey tó ikki dúva uppá serliga leingi. Liðið hevur higartil havt stórar trupulleikar við at finna tað spælið fram, sum áskoðararnir rokna av teimum, men nú eru neyvan ráð til at avrik, sum ikki eru heilt nær toppinum.
Liðið varð tó nakað skert eftir dystin á Eiði, tá Heini í Skorini fór haltandi av vøllinum, og hann verður neyvan við sunnudagin. Avloysari hansara, Sonni Johansen, fekk eisini ein snudd mikukvøldið, men hann spældi samfullar 90 minuttir í venjingardysti hóskvøldið, og verður tí ivaleyst við á liðnum.
Hjá KÍ er støðan í løtuni eitt sindur ivasom við fólkinum. Tá vit hóskvøldið høvdu orðið á venjaranum, Jan Joensen, segði hann, at tað í løtuni vóru fleiri ivamál.
- Ove Nysted verður so ikki við, tí hann er leikbannaður, og so eru eisini ivamál um Alexander Djordjevic og Arnold Joensen. Alexander var tó ein rennitúr í kvøld, men Arnold hevur so ikki vant alla vikuna, sigur Jan.
Tað bendir í øllum førum á, at broytingar mugu gerast á liðnum. Alexander og Ove hava í flestum førum mannað miðverjuna, sum uttan iva fær ein týðandi leiklut í dystinum, og tað kann merkja, at fólk verður tikið aftur av miðvøllinum.
Men hvussu er og ikki, so tykjast klaksvíkingar tó at hava gott mót. Nýstovnaða stuðulsfelagið sigst eisini ætla sær við til dystin, og tá KÍ eisini hevur eitt stuðlafelag við klaksvíkingum í Havn, er í øllum førum nógv, sum bendir á, at tað verður undirhalandi í Gundadali sunnudagin.