Undirhús upp á null komma niks

Tað var hin 10. januar í ár, at Bátafelagið á Toftum gjørdi av at gera eitt Undirhús á Toftum, og longu seinasta leygardag hevði felagið móttøku, har nógv fólk vóru inni á gólvinum í snotuligu felagshølunum

Seinasta leygardag millum klokkan 16 og 18 skipaði Bátafelagið á Toftum fyri móttøku í felagshølunum við Toftagjógv, sum felagið nú hevur sett í stand og bjóðar fram til Undirhús.
Rættiliga nógv fólk var til móttøkuna, og onkra løtu var ikki pláss fyri fleiri fólkum inni á gólvinum. Fólk stóðu í gongini, og onkra løtu vóru fleiri úti í túninum, sum antin høvdu verið inni á gólvinum – ella, sum bíðaðu eftir, at tað tyntist eitt sindur innandura.
Borðreitt varð við eitt nú kaffi, køkum og góðum karamellum, og fólk vóru í góðum hýri. Øll fegnaðust um hetta tiltak, sum Bátafelagið nú hevur tikið stig til.
Fleiri uppilagstir sjómenn vitjaðu, og teir sóu út til at kenna seg væl í snotuligu hølunum, sum júst eru ætlað hesum monnum. Yngri og virknir menn vóru eisini til móttøkuna og onkur einstøk kvinna. Millum kvinnurnar, sum vóru við og sum segði nøkur orð, var Kristina Viberg Andreassen, ið hevur livað eitt langt lív og veit nógvar søgur at siga.
Alfred Olsen, løgtingsmaður, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður og borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, vóru eisini millum mongu gestirnar í Undirhúsinum á Toftum leygardagin.
Fleiri nýttu høvi at siga nøkur orð og nú formaðurin í felagnum, Høgni W. Høgnesen, er til skips, helt Haldor Gaardbo røðu vegna felagið og greiddi frá, hvussu ætlanin var komin í lag.

Sjálvboðin hjálp
Haldor bjóðaði fyrst vegna nevndina fólki vælkomnum. Hann greiddi frá, at tað var á nevndarfundi í felagnum hin 10. januar í ár, at tankin um Undirhús kom upp at venda.
- Á hesum fundi varð tosað aftur og fram um, hvussu vit skuldu grípa hetta ann, sum hann tók til.
Haldor legði aftrat, at Bátafelagið eisini kennur seg at skylda bygdafólkinum í Nes kommunu eitt hvørt fyri allan tann stuðul og hjálp, sum verður veitt felagnum, tá bátafestivalar hava verið hildnir nú í átta ár – og ikki minst øllum teimum, sum hava vitjað hesar festivalar øll hesi ár.
Hann segði, at tað fyrsta, sum felagið gjørdi, var at tosa við Hanus Lómstein, sum eigur bygningin og hølini, har felagið húsast.
- Vit spurdu um loyvi at gera ymiskar broytingar í hølunum, og tað var leyst og liðugt, áðrenn hálvt talað orð. Hanus beyð okkum at gera júst soleiðis, sum vit vildu hava tað. Hann segði seg eisini vera errnan av, at hølini kunnu brúkast til Undirhús og ynskti okkum øllum góða eydnu við tiltakinum.
Haldor Gaardbo segði, at tá viðurskiftini við Hanus vóru greið, fór Bátafelagið beinanvegin í gongd.
- Vit fingu alla ta sjálvbodnu hjálp, sum vit bóðu um, bæði til arbeiðis og ikki minst til stuðul, bæði her í bygdini og aðrastaðni.
Hann segði, at longu frá fyrsta degi hava bæði menn og kvinnur arbeitt til langt út á kvøldarnar.
- Eingin nevndur og eingin gloymdur, men tit hava gjørt eitt megnararbeiði upp á so stutta tíð. Tað eiga tit stóra tøkk fyri.

Nýtt og gamalt
Haldor Gaardbo segði seg vóna, at Undirhúsið fer at verða nógv brúkt av tilkomna fólkinum.
- Vit vænta, at tað verður her, at dagsins mál verða tikin upp og vend, framtíðin verður stungin út í kortið – og ikki minst tíðin, sum er farin.
Hann segði, at tað verður Bátafelagið, sum kemur at gjalda fyri leigu, el og hita av hølunum. Tey, sum koma at vitja Undirhúsið, koma soleiðis bert at gjalda fyri kaffi og tað, sum etið verður.
- Okkara ætlan er at hava eina trímannanevnd, sum verður mannað við tveimum umboðum úr Bátafelagnum og einum umboði fyri teir, sum koma at brúka hølini. Hetta verður dagliga leiðslan í Undirhúsinum, og tað verða hesi trý, sum koma at taka støðu til, nær hølini skulu verða opin og ymiskt annað í hesum sambandi, segði Haldor Gaardbo, tá móttøka var í Undirhúsinum seinnapartin leygardagin.