Undirgrundin er ikki ein gáva úr Danmark

Føroyska tjóðin eigur sambært fólkarættinum sína egnu undirgrund og alt sítt náttúrutilfeingi. Tí er tað brot á altjóða sáttmálar og mannarættindir, um hesin rættur verður skerdur.

 

Høgni Hoydal



Føroyska tjóðin eigur sambært fólkarættinum sína egnu undirgrund og alt sítt náttúrutilfeingi. Tí er tað brot á altjóða sáttmálar og mannarættindir, um hesin rættur verður skerdur.

Umráðandi er tí, at vit staðfesta okkara tjóðarrættindi og okkara sjálvsavgerðarrætt. Annars kunnu vit sjálvi geva undirgrundina frá okkum.

Tá Ellintur Patursson á sinni reisti spurningin um ognarrættin til okkara undirgrund gjørdu samríkismenn gjøldur burturúr hesum.

Fyrst vildi hann hava føroyska fiskimarkið út, men hvussu skuldi nakar kunnað liva av Føroyagrunninum? Og hvussu skuldu føroyingar fáa nakað burturúr at eiga basalt og grót á havbotninum?

Soleiðis varð sagt tá.

Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti øllum samtyktum um undirgrundina, men í dag er eisini hann fegin um undirgrundina. Og nú verður tosað um milliardavirði.


Undirgrundin er tjóðarrættur

Nú hava danskir fjølmiðlar og politikarar so aftur reist spurningin um undirgrundina. Og fleiri føroyskir politikarar og løgfrøðingar tosa um ?at danska stjórnin gav okkum undirgrundina, tí Poul Schluter var so fittur?.

Hetta er ein fullkomiliga skeiv hugsan, sum í ringasta føri kann spæla okkum av við okkara rættindir.

Nei, sjálvandi hevur danska stjórnin ikki givið okkum nakra undirgrund. Sambært altjóða rætti og mannarættindum hevur eitthvørt fólk rætt til sítt egna náttúrutilfeingi. Og vit eru ein egin tjóð, ið ongantíð hevur latið ognarrættin og yvirvaldsrættin frá okkum.


Brot á fólkarættin?

Trupulleikin er, at danskir myndugleikar ikki hava viljað viðurkent henda rætt, men siga, at tað er ein ?gáva? frá teimum, sum kann takast aftur.

Og tá danska stjórnin noktar at viðurkenna føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti, er hetta sera álvarsligt. Tí tá viðurkennir hon ikki okkara treytaleysa rætt til undirrgrundina.

Sera áhugavert verður at hoyra, um danski forsætisráðharrin á fólkatingi nú fer at viðurkenna ognarrætt okkara til undirgrundina.

Hinvegin mugu vit ongantíð siga annað enn, at tá undirgrundaravtalan varð undirskrivað, so viðurkendi danska stjórnin eisini okkara tjóðarrættindi og ognarrættin til undirgrundina.

Um nøkur roynd verður gjørd at broyta hetta, so er tað ikki eitt mál millum Føroyar og Danmark. So er tað eitt mál fyri altjóða samfelagið og fólkarættin.


Vandin liggur í sambandsprátinum

Tí er tað eisini so umráðandi, at føroyingar sjálvir staðfesta síni tjóðarrættindi og sín sjálvsavgerðarrætt og boða frá, at vit nú vilja taka fulla ábyrgd av egnum landi.

Tann stóri vandin liggur í tí, tá føroyskir politikarar tosa um, at framtíðarstøða Føroyar skal liggja ?innanfyri ríkisfelagsskapin? og at teir ætla at senda tað til fólkaatkvøðu. Tað eru bert vit sjálvi, ið kunnu geva okkara tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt frá okkum. Og tað gera vit, um vit fylgja boðunum frá samríkisflokkunum. Tá geva vit danska statinum avgerðarættin, ognar- og yvirvaldsrættin til undirgrundina og landið alt. Og tá verður tað bert ?vælvild? frá tilvildarligum stjórnum, sum kann broyta nakað.

Vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Um fullveldi, ognar- og yvirvaldsrættur onki hevur at siga, sum summi vilja vera við. Hví vil danska stjórnin so ikki viðurkenna, at vit hava fullveldið, ognarrættin og yvirvaldsrættin á okkara undirgrund? Um tað onki hevur at siga fyri okkum, so kann tað heldur ikki hava nakað at siga fyri danska statin, ella hvussu?