Undirgrundarlygn?

Æraðu forkvinna/menn politisku flokkanna ella øðrum, ið hava hug at svara.
Havi roynt at fylgt við tykkum, og sjálvsagt tykkum kunnugt hongur mikil orðavavstur í hjá øllum, ið bjóða seg fram.

Havi eisini roynt ? av og á ? at verið á nótini hjá danska fólkatinginum fyri at vita, hvussu landsins umboð okkara aftaná teirra strævnu flúgvitúrar landanna millum megna at siga okkurt skilagott. Lat tað fara. Okkurt skulu tómar hendur gera.
Ein skilamaður greiddi einaferð frá: "At undirgrundin var nú Føroyalands ogn." Hetta havi eg, og giti eg aðrir føroyingar hildið.
Túnatosið snýr seg nú sera ofta um olju: "Nær sprýkir hon, fara øll í Føroyum at koyra í Cadilacs, R.R. og fáa ókeypis fyltar tangar".
Var fyri stuttum á www.folketinget.dk/samling/20001/spor_sv/S1799.htm . Knappliga rakti eg við fyri mær nakað sera áhugavert. (Spm. nr. S 1799 ? svarað 14.3-2001).
Ein maður frá "Dansk Folkeparti" Peter Skaarup nevndur, spyr táverandi løgmálaráðharran, Frank Jensen um, tað er rætt, at ognarrætturin til tað føroysku undirgrundina aldrin kann gevast føroyingum.
Frank Jensen svarar, at vit føroyingar, við "Råstofaftalen", bert hava fingið tann lóggevandi og umsitingarliga førleikan og kunnu aldrin fáa ognarrættin. Greið tala. Einfaldi spurningur mín til tykkara er: "Hvør eigur møguligu oljuna á landgrunni okkara??? Verri hevði sjálvsagt ikki verið, um Halgir W. Poulsen ella Atli P. Dam ønti mær eitt svar.