Undirbeat: Spillfeskt úr leikutoyskassanum!

Leygarkvøldið gongur leiðin aftur í Cippo, har Undirbeat manningin enn einaferð skrúvar upp fyri spillfeskum electro tónum úr ovastu skuffu. Seinasta Undirbeat var eitt brak av eini veitslu, har íslendski plátuvendara uber snillingurin Maggi Lego vísti í verki, hvussu ein festir eld í hvønn ein dintil, ið hjástaddur er. Hesaferð verður einki Lego í leikutoyskassanum, men hinvegin sleppa Undirbeat gestir at spæla við bæði Playmo og Duplo, og tað enntá alla náttina!

 

Playmo, hvørs gerandisliga navn sum kunnugt er Dávur Poulsen, kom sannførandi inn á føroyska DJ pallin fyrr í ár, og luttók m.a á fyrsta Undirbeat. Mrs. Duplo, ið annars tíðum gongur undir navninum Sunneva Háberg Eysturstein, gjørdi sína DJ entré fyri ikki so langari tíð síðan, somuleiðis til Undirbeat.

 

Leygarkvøldið fara tey bæði at vísa, at tey eru komin fyri at vera! Playmo við egnum og ekvilibristiskt læntum minimal & techno tónum, og Mrs. Duplo við sínum eyðkent eksplosiva multi cocktaili, við einum fittligum girl power farra afturvið. Tað fer at glitra, tað fer at svinga, tað fer at blinka í fullkomiliga ósmædnum neon, og tað fer framum alt at sveiggja og pumpa, inntil náttin er av! Soleiðis sum vit eru komin at kenna tað, tá um Undirbeat ræður.

 

Undirbeat - Leygarkvøldið 24. nov - Kostnaður 80kr