Undirbeat á mentanarnáttini

Fríggjakvøld er mentanarnátt í Havn. Undirbeat verður hetta kvøldið aftaná midnátt, frá 01-04 í Reinsarínum á Tórsgøtu. Tónleikinum syrgja nýggja DJ-duoin Knakkaknæs og nývaknaða DJ-konseptið Unibrow Conspiracy fyri

Hvat hendir, tá tveir ungir menn sita heima úti á bygd og keða seg? Ikki so nógv. Men eitt, sum kann henda seg at spretta burturúr slíkum hendingaleysum døgum, er spennandi tónleikur. Og tað er júst tað, sum hendi hjá Jan Nystrøm og Rógva Lamhauge eitt kvøldi í Syðrugøtu.

Jan og Rógvi eru ávikavist oddamaður/gittarleikari og trummari í uppkomandi elektrobólkinum Nin10do. Nú manna teir eisini DJ-duoina Knakkaknæs, sum hevði sína debut á Hvonn síðsta mánað.

Teir borðreiða fríggjakvøldið við einum upphitandi blandi av minimalum tekno og hørðum elektro. Hvat var navnið? Knakkaknæs.

Aftaná eina longri pausu fer ungi havnamaðurin Búi Rouch (fyrrverandi McLovin) við endurløddari peppan aftur á pall sum DJ – nú undir nýggja listaheitinum Unibrow Conspiracy.

Søgan sigur, at Búi aftaná enn eina villa nátt í snuskutum barrum datt av á einum vátum bøi, og vaknaði aftur við einum stórum snigili millum eygnabrýrnar. Honum dámdi so væl snigilin sum andlitsprýði, at hann valdi at klistra hann fastan og kalla hann Mogens.

Tað tók bert ein dag, til Mogens tornaði og doyði. Men við tokka til myrkan elektropopp, fabuløst italo-disko, kitsjutan tekno-tronikk og ymiskt bitch bland verður lagt upp til eina størri-enn-lívið sambrýnda dansiveitslu, og minnið um Mogens verður hildið á lívi við kolstift og glimmuri.

Knannaknæs og Unibrow Conspiracy til Undirbeat í Reinsarínum á Mentanarnáttini, fríggjakvøldið 5. juni, frá klokkan 01-04. Kostnaðurin er 80 krónur, aldursmarkið 18 ár.