Útisetar og øll onnur við kunnu nú byrja at gleða seg. Undirbeat fyriskipararnir eru í jólahýri og tí vera ikki færri enn fimm Undirbeat tiltøk í desember mánaði! 8. des, 15. des, 22. des, 26. des og 31. desember; soleiðis síggja Undirbeat datoini út komandi mánaðin. Nógv spennandi er á skránni, og hvørt kvøldið bankar elektro beatið alla náttina.
Fyriskipararnir av Undirbeat vilja geva bæði føstum vitjandi og nýggjum dansiglaðum fólki, m.a okkara mongu útisetum, ið koma heim til jóla, møguleikan at uppliva Undirbeat um jóltíðir - og tað við lít. Tí hóast kalt og myrkt er hesa ársins vetrartíð, so dukar eitt heitt elektro hjarta mitt í Havnini, tá Undirbeatið tekur við, og trumlar avstað inntil tann ljósa morgun.
Undirbeat kann m.a. bjóða uppá ein spennandi útlendskan DJ, eitt ?all-stars? DJ kvøld beint fyri jól, 2. jólakvølds Undirbeat og eina pumpandi Undirbeat veitslu sjálvan Nýggjársaftan! Føroya feitastu elektro plátusnúðingar vera sjálvandi við til komandi tiltøkini. Í næstum fæst nærri at vita um skráir fyri hvørt einstakt kvøld, og byrjað verður longu komandi leygarkvøld.
?Gloym bert tínar hjartasorgir, kom á Undirbeat! Vit skulu mála býin reyðan - Havnin skifta lit.?