Undirbeat í jólahýri

Undirbeat-tiltakið í Cippo seinasta vikuskiftið var sera væl eydnað. Fyriskipararnir siga, at ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað. Hetta ávirkaði eisini hýrin, sum var sera góður millum bæði áhoyrarar, dansarar og plátuvendarar. Hetta, hóast at høvuðsnavnið DJ Lab ikki fekk lent og lokalar kreftir máttu taka um endan.

 

Fyriskipararnir eru í sonnum jólahýri. Hetta vikuskiftið verður nevniliga latið upp fyri enn einum kvøldi við góðum rútmum frá elektroniska heiminum. Lagt verður upp til fjølbroytt kvøld. Heili 11 plátuvendarar fara at vísa síni kynstur hetta leygarkvøldið, sum hevur fingið heitið Undirbeat All Stars.

Leygarkvøldið verður tó ikki seinasta Undirbeatið hesumegin jól, tí heili tvey onnur tiltøk bíða. Hesi verða annað jólakvøld og nýggjársaftan.

 

Sí annars Undirbeat-heimasíðuna, www.myspace.com/undirbeat, har til ber at lesa meiri um, hvør framførir, umframt at síggja myndir frá undanfarnum kvøldum.