Hann hevur DJað saman við Daft Punk, Trentemøller, Gus Gus, Booka Shade og Trabant. Hann hevur hitað upp fyri Björk, Kraftwerk og Underworld ...og hann er heitasta og hippasta navnið á íslendska DJ pallinum anno 2008. Jack Schidt dugir kynstrið at fáa fólkið upp at gartera, og er m.a kendur fyri at vera »the first DJ in the world to stage dive into the crowd!« Hann er regluligur DJ á dansistøðum kring Reykjavík, og er javnan at hoyra á klubbum í New York, London, París og Berlin.
Jack Schidt og Trentemøller
Í seinastuni hevur hann havt fleiri ógvuliga væleydnað DJ gigs í Eysturevropa, og á Iceland Airwaves í fjør framførdi hann saman við ongum minni enn heimskenda Trentemøller fyri pakkaðari fjøld á Kaffibarrinn í downtown Reykjavík.
Góður stílur!
Ger tær sjálvum eina tænastu og hoyr henda kula DJ, ið setti sær tíð av til at koma til Undirbeat, hóast hann var bookaður aðrastaðni. Jack Schidt fer heilt einfalt at koyra stílin, og tað skuldi ikki undra, um býurin leygarnáttina verður málaður áleið líka reyður sum eyðkendu, strømmu kovboybuksir hansara (!)
Hoyr mannin í Pink á Rás 2 í dag
Hoyr samrøðu við og tónleik hjá Jack Schidt í sendingini Pink á Rás 2 í dag millum 15 og 16!
Les eisini meira um Jack Schidt í Sosialinum í dag. Hoyr eisini meira av tónleiki hjá honum á myspace.com/jackschidt ella jackschidt.com, har tú kanst taka niður DJ miks hjá honum.










