Undir illgruna fyri 62 morð

Russisku myndugleikarnir hava illgruna um, at ein maður hevur beint fyri 62 fólkum

Russisku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr einari røð av morðum í og nærhendis Bitsevskij-lundini í Moskva, og nú bendir nógv á, at sami maður myrdi øll.

 

Í juni í fjør tók løgreglan í Moskva ein 32 ára gamlan mann, og undir avhoyringunum viðgekk maðurin, at hann hevði lagt ætlanir um at myrða 64 fólk - eitt fyri hvønn puntin á einum talvborði.

 

Løgreglan hevði tó ilt við at trúgva manninum, tí tá vóru "bara" 14 lík funnin í og við Bitsevskij-lundina, men nú sigur løgreglan seg hava upplýsingar, sum kunnu seta tann 32 ára gamla í samband við 62 morð, skrivar Itar-Tass.