Undir hámessuni eru øll líka

Nú ein sunnumorgun, tá ið eg kom úr kirkju, hoyrdi eg guðstænastu í Kringvarpinum og legði merkið til, at kirkjuliðið - ella nøkur í tí - góvu kórinum bifald undir guðstænastuni

Kom at hugsa um, hvussu lítið fólk vita um, hvat ein guðstænasta er, at tey halda hana vera ein sjónleikur, ein fundur, ella eitt amerikanskt møti, hvar eitt publikum er møtt upp til undirhalds.

Ein hámessa er nakað heilt annað. Hon er ein heild, og tí kann eingin ávísur bólkur av fólki, sum er í kirkju, vera upphevjaður við lógvabrestum fram um onnur, ið sita har. Kirkjuliðið er ein eind og ein heild, tí øll gera sítt til, at vit kunnu hava guðstænastu. Á tann hátt er týdningurin hjá tí, sum situr í beinkinum og syngur, eins stórur og tann hjá prestinum, sum prædikar. Tað verður eingin guðstænasta, um eingin situr á kirkjubeinkinum, eins og tað heldur ikki verður nøkur guðstænasta um eingin er innari í kóri. Bæði skulu til. Tí er tað meiningsleyst, at nøkur fá, sum eru í kirkju, verða fagnaði fyri teirra avrik undir guðstænastuni.