AVLEIÐINGAR
Sum journalistur fært tú nógvar ymiskar uppgávur. Nógvar eru lættar og stuttligar at handfara, meðan aðrar, sum eisini skulu gerast, eru minni stuttligar. Tó at tú ikki vilt nøkrum ilt, sum ikki hevur fortjent tað, kunnu summi viðurskifti, tú noyðist at taka upp, tykjast so. Viðhvørt kunnu greinar og skriving um ávís mál næstan kennast sum forfylging, tó at tað heldur ikki var ætlanin.
Nú stóru skipini hjá reiðarínum Thor í Hósvík virka í føroyskum sjógvi fyri eina tíð, er ikki sørt, at hesi eru komin í andglettin.
Skipini hava fingið loyvi at fiska eina ávísa nøgd av makreli í føroyskum sjógvi, nú heildarkvotan av makreli, sum lansstýrismaðurin hevur ásett fyri 2010, er nógv størri enn onnur ár.
Aftrat egnum fiskirættindum eftir makreli í føroyskum sjógvi, er felagið, sum eigur hesi stóru verksmiðjuskipini, eisini farið í samstarv við føroysk reiðarí, sum eiga ísfiskaskip.
Spurningurin er, um føroysk ísfiskaskip, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini hevur tillutað ávísa makrelkvotu, høvdu fingið nakað burtur úr hesum rættindum, um skipini ikki vóru í einum ávísum samstarvi.
Skal makrelur landast til matna, sum aðalmálið sjálvandi er, er neyðugt, fiskurin kemur umborð á skip, sum eru egnað til at taka ímóti.
Ísfiskaskipini eru ikki útgjørd til at veiða makrel og fáa fiskin til lands sum mannaføði.
Hinvegin kunnu skipini veiða fiskin, men neyðugt er, at onnur og egnaði skip taka fiskin umborð, frysta hann og føra hann til lands.
Løgreglumál
Síðan stóru skipini hjá Thor, Athena og Poseidon, komu í føroyskan sjógv, er eisini løgreglan komin upp í. Tað er nevniliga løgreglan, sum hevur eftirlitsmyndugleikan á útlendingaøkinum í Føroyum, og umborð á hesum báðum skipum er nógvir útlendingar.
Manningarnar telja einar 200 mans tilsamans, harav yvirmenninir eru føroyingar.
Í síðstu viku segði Bergleif Brimvík, politikommiserur, at løgreglan soleiðis hevur verið umborð á Athenu, meðan skipið umskipaði veiðina umborð á frystifarmaskip.
Manningin umborð tók sær av hesum, og nú situr løgreglan við málinum, hvørt ákæra skal reisast móti skipi ella reiðarí fyri brot á útlendingalógina.
Meiri er at lesa um hetta mál og viðurskiftini rundan henda spurning í hinari greinini á hesi opnu.
Sosialurin hevur í morgun roynt at fingið fatur í Bergleifi Brimvík fyri at vita, um løgreglan er komin til nakra niðurstøðu í málinum, men hann var ikki at hitta.
Vit fara tó at fylgja málinum upp, sum dagarnir ganga.
Málið tykist tó nokso undarligt, tí tað sambært Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, er Fiskimálaráðið, sum hevur kravt, at veiðan verður umskipað í havn – og ikki á opnum havi.
Nú er so líkt til, at júst hetta krav kann føra til, at reiðaríið, sum eigur Athenu og Poseidon, verður ákært fyri brot á nýggjar kunngerðir í útlendingalógini.
Heldur heilsa…
Sum journalistur, ið skrivar um fiskivinnu, hevði tað verið hugaligari at heilsa hesum báðum skipum vælkomnum í føroyskan sjógv til øktar veiðimøguleikar, heldur enn at gjørt so nógv burtur úr, um ákæra verður reist ella ei.
Men hetta eru nú einaferð kostirnir, tá mál skulu lýsast.
Áhugavert verður at fylgja gongdini og síggja, hvat útfallið verður av hesum máli, sum nú er endað sum eitt løgreglumál.