- Runavíkar Kommuna harmast almikið um, at nevndin í Hondbóltsfelagnum, Tjaldur, fríggjakvøldið í seinastu viku, segði seg frá og niðurlegði alt virksemi í felagnum.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, virkandi borgarstjóri í Runavík.
Men hann heldur, at tað er undarligt at geva kommununi skyldina.
Hann heldur at tað er undarligt, at ein fyribils trupulleiki skal vera orsøkin til, at felagið verður niðurlagt, sigur hann.
Tað, hann sipar til, er at høllin er stongd ímeðan munandi ábøtur verða gjørdar fyri at bøta um umstøðurnar.
Hann sigur, at trupulleikin er, at Hondbóltsfelagið, Tjaldur, mátti samstarva við StÍF um ítróttarhøllina á Skála í nakrar mánaðir ímeðan kommunan bøtir munandi um karmarnar hjá felagnum.
- Runavíkar Kommuna hevur víst Tjaldur á eina ítøkiliga loysn, meðan høllin í Runavík verður dagførd.
- Teir 26 og ein hálvur tímarnir, ið eru settir av til hondbólt í høllini á Skála, skuldu StÍF og Tjaldur samstarva um og eftir var bert at avtala eitt samstarv ímillum feløgini ímillum høllini.
- Somuleiðis hevur kommunan útvegað Tjaldur fimleikarhøllina í Søldirði at brúka til sítt virksemi mánadag, mikudag og fríggjadaf, til høllin í Runavík er liðug nakað inni í 2014.
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at Runavíkar kommuna stuðlar ítróttarfeløgum f íggjarliga hvørt ár
- Eisini tá ið feløg hava verið illa sperd fíggjarliga, hevur kommunan samstarvað við tey og hjálpt teimum á føtur aftur.
- Hondbóltsfelagið, Tjaldur, er onki undantak í so máta. Kommunan hevur víst stóra vælvild og tol í samband við hallarleigu, og var so stutt sum fyri tveimum árum síðani við í eini ætlan, ið skuldi bjarga felagnum fíggjarliga, sigur virkandi borgarstjórin.
Hann sigur, at í býráðnum vóna tey, at fólk í økinum, ið eru góð við hondbóltin, taka seg saman, soleiðis at virksemið ikki fer fyri bakka.
- Næsta ár verða hølisumstøðurnar hjá hondbóltinum í Runavík so góðar sum ongantíð fyrr, og harvið skuldu verið bestu fyritreytir fyri einum virknum og kappingarførum hondbóltsfelagi í Runavík, sigur Tórbjørn Jacobsen.