Hagtølini eru ímóti báðum feløgunum, tá ið ÍF sunnudagin fer til Klaksvíkar. Illa sperda ÍF hevur bara eina ferð í ár megnað at fingið fulla úrtøku burturúr á útivølli. Teir vunnu fyrr í ár 2-1 á Skála.
Í Klaksvík, har tað hjá heimaliðnum áður var langt millum stigamissirnar, er støðan nógv broytt. Higartil í ár hevur KÍ spælt tíggju landskappingardystir á heimavølli.Bara í tveimum førum hevur tað eydnast at fáa øll stigini. KÍ vann 3-0 á VB/Sumba og 2-1 á Skála í Klaksvík.
Um tað verður farið eitt sindur aftur í tíðina, so kom tað meiri enn so fyri, at tað gingu ár ímillum, at KÍ misti stig á heimavølli.
Klaksvíkingar eru níggju stig frá oddasessinum. Teir siga seg ikki heilt at hava mist mótið um, at tað skal eydnast at fáa fatur á FM í síðsta umfari skulu teir spæla á Mølini. Undir øllum umstøðum hava teir heiðursmerkir og altjóða luttøku at spæla fyri.
Eftir útvísingina á Toftum er Marek Wierzbicki leikbannaður. Harley Bertholdsen er tøkur aftur eftir leikbannið næstsíðsta sunnudag. Oddmar á Lakjuni hevur ikki verið við í fleiri vikur, tí hann hevur verið skaddur. Nú hevur hann vant aftur við fullari ferð.
Margháttligt
Í Fuglafirði er manningarliga støðan øðrvísi, enn hon oftast hevur verið, og tað verður ivaleyst sjáldan, at henda støðan fer at koma í aftur. ÍF hevur mist eitt stig orsaka av avgerðini hjá kappingarnevndini um, at dysturin móti GÍ, sum endaði 2-2, skal spælast umaftur. Tað ber tó møguleika við sær at vinna tvey stig fleiri, enn teir í fyrru royndini vunnu móti GÍ.
Móti GÍ var Tórður Lervig, sum fyrr í ár flutti úr Klaksvík og til Fuglafirðar at spæla, leikbannaður. Nú verður alt strikað frá tí dystinum, og tí skal Tórður sita sama leikbannið móti KÍ, sum hann hevði móti GÍ!
Í dystinum móti GÍ fekk Høgni Zachariassen gula kortið. Tað átti at borið leikbann við sær móti KÍ. Men nú er gula kortið strikað, og so sleppur Høgni Zachariassen at spæla í Klaksvík!










