NSÍ venjarin stóð við undarligari kenslu, tá ið stríðið var lokið. Undan ferðini til Gøtu hevði hann einki havt ímóti at vinna eitt stig. Hann hevði trý á kontini, men misti tvey í evstu løtu.
- Tað sveið hjá okkum, at teir fingu mál, tá ið so lítil tíð var eftir. Sæð yvir allar 90 minuttirnar er tað ivaleyst í lagi, at vit fáa eitt stig í part. Vit høvdu ilt við rættuliga at koma fyri okkum. Tíðliga í 2. hálvleiki hava teir góðan møguleika, sum ikki gevur mál. Tá vakna okkara av álvara, vit fáa eitt mál, og vit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna. Málverjin bjargar væl, og í einstøkum støðum taka spælararnir skeivar avgerðir, tá ið teir eru fýra ímóti tveimum, sigur Trygvi Mortensen.










