Undantaksstøða í Egyptalandi

Forsetin í Egyptalandi, Abdul al-Sisi, hevur sett Egyptaland í undantaksstøðu næstu tríggjar mánaðirnar eftir álopini á kristnu kirkjurnar, har minst 44 fólk lótu lív.

 

Tað skriva útlendskir miðlar í dag.

 

Tvær kristnar kirkjur blivu álopnar pálmasunnudag av IS, ið málrætta søkir at kristnum í Egyptalandi og hevur ávarað um fleiri álop. Ein onnur kirkja bleiv álopin í desember, har 25 fólk lótu lív.

 

Forsetin segði, at undantaksstøðan gevur myndugleikunum loyvi at taka og kanna fólk uttan at hava neyðugu loyvini áðrenn. Tað verður gjørt í eini roynd at sláa niður á IS og finna fram til fólkini, ið virka í fyri felagsskapin í Egyptalandi. Parliamentið í Egyptalandi hevur góðtikið uppskotið.

 

Felagsskapurin fyri mannarættindi, Human Rights Watch, hevur funnist at stjórnini í Egyptalandi, fyri ikki at taka atlit til mannarættindi í landinum. Tey meta, at hetta er enn ein liður í royndini hjá stjórnini at gera tað lættari at handtaka persónar, ið ikki draga somu línu sum politiska leiðslan í landinum.