Undankappingin kann blíva avgjørd

Vónin hjá A-landsliðnum í hondbólti at vinna seg víðari hongur í klønum tráði

Føroyska A-landsliðið í manshondbólti tapti í gjárkvøldi sín fyrsta dyst í EM-undankappingini, sum verður spæld í høllini á Hálsi í hesum døgum. Mótstøðuliðið í gjár, Kýpros, vann tepurt 20-19, og hetta merkir, at útlitini fyri, at hondbóltslandsliðið kann spæla seg víðari til næsta undanumfar til EM í 2020 eru rættiliga ring.

 

Trý lið eru í bólkinum, og bert eitt lið kemur víðari til næsta undanumfar. Bestu kortini á hondini hevur Kýpros, sum við sigri ímóti Grikkalandi í dag kann vinna seg víðari til komandi undanumfarið. Endar hesin dysturin við javnleiki, so hava Føroyar onki annað enn heiðurin at spæla fyri, tá ið føroyingar spæla síðsta undankappingardystin sunnudagin ímóti Grikkalandi.

 

Besta úrslitið fyri Føroyar í dagsins dysti hevði verið, um Grikkaland, júst sum Kýpros í gjár, vann við einum máli. Um tað skuldi hent seg, so hevur landsliðið møguleika at spæla seg víðari sunnudagin, um tað eydnast at vinna við tveimum málum og harvið enda við betri málúrtøku enn hini londini.

 

Støðan í undankappingarbólkinum eftir fyrsta dystin stendur niðanfyri. Klombran vísir á málmunin.

 

1. Kýpros 2 stig (+1)

2. Grikkaland 0 stig (0)

3. Føroyar 0 stig (-1)

 

Dysturin ímillum Kýpros og Grikkaland byrjar klokkan 18.