Undankappingardystur týdningarmiklari enn venjingardystur

Fótbóltspanelið staðfestir, at A-landsliðið skal priorterast. Men undankappingardystir eiga at standa í fremstu røð

Fótbóltspanelið hjá Rás2 var í dag mannað við André Olsen, Ólavi Larsen og Tróndi Arge.

Spurt var m.a. um: Er tað í ordan, at Lars Olsen úttekur týdningarmiklar U21 landsliðsspælarar til eina venjingarlegu, tá U21 landsliðið samstundis skal spæla EM undankappingardyst?

 

Hevði ein loysn verið, at U21 spælararnir eftir dystin móti Gibraltar leygarkvøldið, fóru til Rumenia aftaná, meðan aðrir fingu møguleikan móti Malaga?

 

Panelið lat ongan iva verða um, at A-landsliðið skal prioriterast fyrst. Hinvegin var panelið heldur ikki í iva um, at ein EM-undankappingardystur hjá U21 landsliðnum er týdningarmiklari, enn ein venjingardystur hjá A-landsliðnum ímóti ein felagsliði í Spania.

 

Spurt var eisini um nyttuna av at hava eina venjingarlegu beint áðrenn kappingin byrjar, og nomið var eisini við flytingarvindeygað, sum letur aftur mánadagin 10. mars.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge høvdu at siga í panelinum. Vit hoyra eisini viðmerkingar frá Jóannesi Jakobsen, hjálparvenjara hjá landsliðnum.

 

Klokkan 12 leygardagin á in.fo, fer at bera til at hoyra panelið tippa dystirnar í Premier League og FA Cup, sum verða spældir hetta vikuskiftið.