Undangongumaður, ungdómsleiðari og nordistur 50 ár

Í dag fer Hallstein Sig­urðs­son í Havn um tey fimmti árini. Hallstein er ættaður úr Klaksvík, men seinastu mongu árini hevur hann verið búsettur í Havn. Árini 1981-2000 var Hallstein ein sonn býarmynd, tá hann var postmaður í tí nú farna almenna stovninum, sum tá nevndist ”Postverk Før­oya”.

Í 19 ár tænti Hallstein Postverkinum á postrutum í Havn, Hoyvík og í Norður-Streymoy. Hallstein greiddi sín arbeiðssetning til lítar, um enn sosiala muran vann ov ofta á honum, og kaffi­steðgirnir tíðum kundu ger­ast í drúgvara lagi. Men tað er eisini mong á rutunum, sum vóru glað fyri at fáa eitt gott prát við Hallstein, har bæði verðinsproblemini og teir heimligu trupul­leikarnir vóru loystir.

Í tí drúgvu postverkstíðini vísti Hallstein eisini stórt samhaldsfestni, og var hann ógvuliga aktivur í ”Føroya Postfelag”, sum eisini er farið í søguna. Hallstein var postmonnunum í Suður-Streymoy ein góður álitis­maður, altíð væl funderaður og sakligur, og kundu leiðsla eins væl og starvs­felagar altíð taka í hondina á Hallstein, tá eitthvørt stríð var farið afturum. Soleiðis broytist so mangt á mansins ævi. Og er tað rørandi – og skelkandi - fyri ein fyrr­ver­andi postmann at lesa grein­ina sum Høgni Mohr, orða­snillingur skrivaði um Hallstein, tá hann gekk sína seinastu postrutu fyri 9 árum síðani. Hetta var í teim­um døgum, tá post­boðið kendi viðskiftafólkini, og viðskiftafólkini kendu postboðið. Men so komu boð frá…………og nú er alt bert minnir.

FUR og norðurlond

Í samband við sín aktiva leiklut í Føroya Postfelag var Hallstein á nógvum skeiðum, sum fakfelagið skipaði fyri, bæði í Føroyum og í Danmark. Hesi skeið vóru við til at menna Hall­stein til at gerast tann leið­ara og undangongumann hann er í dag.

Politiskt hevur Hallstein frá tíðarinnar morgni verið javnaðarmaður, men ikki ein fundamentalistiskur, for­­stokkaður javnaðar­mað­ur, men ein javnaðarmaður, sum kann samskifta væl við øll. Hallstein gjørdist for­mað­ur í Føroya Ung­dóms­ráði, sum hann stýrdi við hepnari hond í 1980-árunum. Tann størsti varðin sum stendur um formanstíðina hjá Hallsteini í FUR, er plátan ”Ung 85” sum kom út í 1985, har ymiskir tón­leikabólkar sum vóru frammi í tíðini tá sungu og spældu.

Hallstein royndi seg eisini eitt tíðarskeið, sum manag­ari hjá bólkinum ”Frænd­ur”, sum hevur verið næstan hvørsmans ogn í Føroyum seinastu fjórðingsøldina. Hallstein hevur eisini stillað upp til bæði løgtingsval og býráðsval fyri Javnaðar­flokkin, og hevur hann tikið nøkur tørn í býráðnum, sum varamaður.

Tíðin í FUR elvdi til at Hallstein eisini kom at vera ógvuliga virkin í norður­lendskum ungdóms­sam­starvi. Eitt tíðarskeið sum skapti grundarlag fyri, at Hallstein seinni gjørdist virkin í Norrøna Felagnum, har hann hevur verið bæði formaður og nevndarlimur. Hallstein hevur havt sam­band við nógvar norður­lendskar politikkarar, og er tað næstan so, at hann nevnir teir flestu við for­navni, so ein má spyrja hvønn Hallstein hvønn norðurlendskan politikk­ara hann meinar við, tá hann sigur ”Jens”, ”Torbjørn”, ”Sif” o.s.fr..

Prentmiðstøðin

Á heysti í 2000 valdi Hal­l­stein at saðla um og skifta hest. Hann var settur til at skipa fyri blað- og reklamu­útberingini á Prent­mið­støðini. Prentmiðstøðin hevur nú 9 ár á baki, og hevur Hallstein saman við øðrum góðum fólkum bygt hesa útberingina upp frá scratch. Royndirnar frá sam­skipan í FUR o.ø fe­­lags­skapum, og royndirnar frá skeiðum, og lívsroyndir í síni heild hava roynst Hall­steini góðar á Prent­miðstøðini.

Ein útbering við fleiri hundrað fólkum, harav fleiri eru ”blað”ung verður væl ongantíð lýtaleys, men Hallstein og hansara fólk hava hingið væl í, fyri at fáa greitt setningin frá degi til dags. Prentmiðstøðin hevur eisini lagt góðar krón­ur í kassan hjá Sosial­inum og Dimmalætting. Sum Hallstein sjálvur sigur:

”Prentmiðstøðin hevur verið góð fyri demokrati´ið í Føroyum.” Tí demokratur og nordistur er Hallstein um ein háls, og hann hevur ein sterkan rættvísissans. Hallstein eigur sonin, Trónd Sigurðsson, sum hann ikki er so lítið stoltur av. Vit sum hava havt Hallstein, sum ein góðan vin og starvs­felaga, kunnu ikki annað enn ynska honum hjartaliga tillukku við tí hálvu øldini, og eina góða og stuttliga veitslu fríggjakvøldið.

---------

Heri Simonsen