Undangongumaður innan rocktónleik farin

Fyrsti trummuleikarin í The Who er deyður, 89 ára gamal.

Fyrsti trummuleikarin í legendariska enska bólkinum The Who var Doug Sandom. Hann er nú deyður. Hetta skrivar guitarleikarin pete Townshend á thewho.com.

 

 

Sandom doyði í gjár, dagin eftir sín 89 ára føðingardag. Hann leikti í The Who í trilvandi byrjanini frá 1962 til 1964, tá bólkurin enn nevndist The Detours.

 

 

Eftir hetta setti legendan Keith Moon seg á trummustólin. Hann er millum kendastu trummuleikarar í rocksøguni.

 

 

Townshend er endurgivin fyri at siga, at Doug Sandom var rættiliga góður tónleikari, men at hann fekk fótin, tí plátufelagið helt hann vera ov gamlan.

 

 

Teir báðir, ið eftir eru í The Who, Roger Daltrey og Pete Townshend, arbeiða í løtuni við nýggjari útgávu, tann fyrsta síðani 2006. Teir eru í ár eisini á tónleikaferð í Norðuramerika, og hava í ár eisini tvær konsertir á Wembley Stadion í heimbýnum London.