Undangongukvinnur verða heiðraðar fríggjadagin

Ommudøturnar fara at siga frá um kvinnurnar, sum stóðu undir liðini á monnunum

Tað eru nú 120 ár síðani at Føroya Fólkaháskúli varð stovnaður, og tað fara tey at hátíðarhalda seinnapartin fríggjadagin.

Á hátíðarhaldinum, sum er alment, fara tey at hugleiða um tær báðar undangingukvinnurnar á háskúlnum, Onnu Soffíu Rasmussen og Sannu av Skarði.

Tað vera tær báðar ommudøturnar, Guðrun Gaard og Turið Sigurðardóttir, sum fara at siga frá um ommurnar og teirra leiklutir sum kvinnurnar - ikki aftanfyri - men undir liðini á Rasmusi Rasmussen og Símuni av Skarði. 

Fríggjadagin fara tey ikki bara at líta aftur á gamlar dagar, men tey fara eisini at tosa um nútíðina, og um framtíðina.

 – Ætlanin er, at skúlin skal hava ein greiðan og sjónligan profil sum ’hin kreativi háskúlin’ við mentan og list í hásæti, sigur Háskúlin í einum tíðindaskrivi.

 Umframt kaffi, køku og felagssang verður millum annað dansisýning við háskúlanæmingum hjá Dianu, sum er eitt hitt best umtókta tilboðið á Háskúlanum hesi síðstu árini.

Eisini fara næmingar at sýna fram ársins háskúlablað Tjaldrið og felagslistaverk, teir hava skapt, og so fara tey eisini upp á gólv.