Arbeitt verður nú við at reisa ein minnisvarða í Havnini yvir undangongukvinnuna, Andreu Árting. Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30 ́unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og síðani gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríði í Føroyum í 20. øld.
Andrea Árting var íðin forkempari fyri rættindunum hjá kvinnum. Hon var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og tá var lønin hjá arbeiðskvinnunum væl lægri enn hjá lønin var monnunum og hjá Andreu varð tað eitt hjartamá at fáa tað broytt. Men tað var ikki fyrr enn í 1977 at tað eydnaðist at fáa arbeiðsgevarar at góðtaka, at kvinnur og menn skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði. Andrea Árting var eisini undangongukvinna í kappróðuri og longu í 1918 tók hon stig til at manna kvinnubátar í kappróðuri.
Tórshavnar býráð hevur arbeitt í nøkur ár fyri at reisa henni ein minnisvarða. Tey hava sæð fyri, at fakfeløg, og onnur, vilja vera við til at fíggja minnisvarðan.
Tey hava eisini funnið listamannin, sum skal gera hann, og tað er klaksvíkingurin, Edvard Fuglø. Somuleiðis er avgerð tikin um, at minnisvarðin skal standa vestast á torginum í Steinatúni, við blomsturkassan, sum har stendur. Men kanska verður tað neyðugt at broyta torgið nakað fyri at geva minnisvarðanum tað neyðuga plássið.
Nú er støðan tann, at ein millión er fingin til vega og nú mæla býráðslimirnir fyri Tjóðveldi og Framsókn, býráðnum til at játta eina millión afturat næsta ár, so at minnisvarðin kann verða veruleiki. Hetta er nú ein spurningur, Býráðið skal taka støðu til.