Um vikuskiftið verður hundrað ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu hildið við stórfingnum tiltøkum. Hátíðarhaldið er lagt saman við Sjómannadegnum, sum er væl skiljandi, tí Klaksvík er sjóvinnu- og fiskivinnubýur burturav og uttan iva fremst í landinum á hesum økjum. Tiltøkini á hesum hátíðarhaldi eru bæði mong og spennandi: framsýningar, avdúking av standmyndum, sjónleikur, regatta, kabarett, møti, kappingar og ikki at forgloyma útgáva av fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu.
Her er samantikið talan um eitt hátíðarhald, sum sømir seg einum býi við sera sterkum samleika, einum býi í støðugari menning á øllum økjum. Klaksvíkar søga er søgan hjá nøkrum býlingum, ið hava røtur aftur í landnámstíð, og sum eftir úthandilin og fríhandilin grógva saman til ein blómandi og skjóttvaksandi bý. Tað er fiskivinnan, sum framum alt hevur verið støði undir hesum initiativríka og fyritakssama býi. Býurin hevur fostrað nakrar av Føroya mætastu vinnulívsmonnum, skiparum og sjómonnum. Nakrar av Føroya størstu og best riknu vinnufyritøkum hava verið og eru framvegis heimahoyrandi í Klaksvík og býurin hevur vinnuliga mangan verið undangongubýur, vinnuligur vegvísari og slóðbrótari.
Tað var tí ikki løgið, at fólk úr øllum ættum so at siga streymaðu til skjóttvaksandi býin, tí her var livligt og búgviligt, og her kundu kvinnur og menn, sum einans høvdu hendurnar at líta á, forsyrgja sær og sínum. Við arbeiðssemi og tógvi stríð vunnu fólk sær her ein góða og trygga framtíð í vakrari og ríkari náttúru.
Klaksvík vaks og mentist og við vøkstrinum mentist eisini ein sera sterkur samleiki, ein sterkur vilji til at vera fremst á øllum økjum og eitt sterkt tilvit um teir mongu møguleikar, sum plássið hevði frá Skaparans hond. Klaksvík og teir politikkarar, sum býurin hevur fostrað, hava støðugt verið og eru framvegis fremst í stríðnum móti tí miðsavning, sum er eitt eyðkenni við nútíðarsamfelagnum. Býurin gjørdist sterkur kappingarneyti hjá høvuðsstaðnum og hevur hendan kapping uttan iva gagnað báðum plássum.
Men Klaksvík er annað enn fiskivinna og blómandi búskapur. Býurin er eisini karmur um eitt ríkt mentanarlív. Kirkju- og samkomulívið er sera livandi og stendur sterkt í fólkinum. Ítróttin hevur góðar karmar og ger seg sterkt galdandi á mongum økjum. Býurin hevur fostrað eina røð av framúrskarandi listafólkum – myndistafólk, yrkjarar, tónaskøld og mentafólk, eingin nevndur eingin gloymdur. Býurin hevur ein stolta og ríka søgu, og tað tænir býráðnum til æru at lata hesa søgu skriva av professionellum søgufrøðingi, sum við fyrsta bindi hevur prógvað sítt virði. Vit her í Miðlahúsinum ynskja hjartaliga tilukku og ynska Klaksvíkar býi og borgarum bjarta framtíð.









