Una er fødd og vaksin upp í Nólsoy, har hon eisini hevur búð og starvast alt sítt lív.
Hon vaks upp í einari tíð, tá tað langt frá var vanligt, at ungdómurin valfartaði til Havnar at nema sær útbúgving, og tað kann kanska tykjast undarligt í dag, tí hennara lívsstarv var næstan avgjørt, tá hon varð fødd.
Hon er miðlinga barn hjá Merry og Anfinni Poulsen og einasta genta av trimum systkjum. Foreldrini høvdu handil, sum Anfinnur byrjaði, áðrenn hann var myndugur, og tí mátti pápi hansara, Kjeld Poulsen, abbi Unu, standa fyri handlinum. Og tað gjørdi hann, líka til hann doyði. Síðani varð navnið flutt yvir í navnið á Anfinni.
Una byrjaði tíðliga at arbeiða í handlinum, og burtursæð frá einum skeiði á Háskúlanum og øðrum stuttum tíðarbilum hevur hon gingið fólki til handa sum »ekspeditrisa«.
Tá foreldrini so doyðu stutt eftir annað miðskeiðis í 90-árunum, hevði Una longu í mong ár staðið fyri og rikið handilin. Eftir at hon formliga yvirtók hann valdi hon at geva handlinum navnið »Hjá Anfinni«.
Una helt fram at handla í fleiri ár eftir hetta, til hon fyri nøkrum árum síðani valdi at gevast og í staðin fyri fyrstu ferð í lívinum at vera leys av ábyrgdini av einum handli.
Í sínum uppvøkstri upplivdi hon »tey glaðu 60-ini«, tá samanhaldið millum tey ungu í Nólsoy var framúr gott. Tað var tí heldur ikki so løgið, at hon vann sær sín lívspartnara í bygdini, og fyri tíggju árum síðani kundu hon og maðurin, Sune, halda silvurbrúdleyp.
Una hevur eisini øll árini verið virkin innan felagslívið í Nólsoy. Heilt síðani sangkórið byrjaði í 1988 og til tað – tíverri – datt niður fyri fyri nøkrum árum síðani, vóru hon og maðurin tveir av grundstuðlunum.
Una gjørdist eisini ein av fyrstu – kanska enntá tann fyrsti – kvinnuligi deknurin í Føroyum, eitt starv, hon røkir enn. Maðurin hevur somuleiðis verið kirkjutænari í mong Harrans ár sum urguleikari.
Eisini hevur Una í mong, mong ár verið partur av Ovastevnunevndini, og er aktiv har enn.
Og nú, tá hon hevur fingið nógv betri tíð, er hon javnan at finna í sølubúðini hjá Heimavirkinum í Nólsoy.
Sum nevnt giftist Una við Suna í 1974, og eiga tey børnini Ann-Mari, nú av Skarði, gift Jákupi, útbúgvin lærari, Leif Hansen, giftur Anne Mette Greve Klemensen, og útbúgvin cand. mag. í tónleikavísund, og Kathrin, sum er útbúgvin løgfrøðingur. Eisini eigur Una seks ommubørn.
Eg fari at ynskja Unu, systir, hjartaliga tillukku við teimum 60 og vóni, at hon og familjan fáa ein góðan dag og eisini mong góð ár frameftir.
Leo









