Umval í Zimbabwe 31. juli

Stjórnin í Zimbabwe hevur gjørt av, at umval verður millum Robert Mugabe og Morgan Tsvangirai tann 31. juli Andstøðan er misnøgd við avgerðina hjá stjórnini of vísir á, at sambært landsins vallóg skal umval haldast í seinasta lagi 21 dagar eftir, at úrslitið av sjálvum valinum er almannakunngjørt. Men stjórnin hevur samtykt at leingja ta freistina til 90 dagar og hevur sett valdagin til 31. juli.

Forsetaval var í Zimbabwe tann 21. mars. Úrslitið, sum kom tann 2. mai, vísti, at andstøðuvalevnið, Morgan Tsvangirai, hevði vunnið á Robert Mugabe, forseta, men at hann kortini ikki hevði fingið tey neyðugu 50 prosentini.

Andstøðan sigur nú, at stjórnin hevur útsett umvalið fyri at fáa betri stundir til at ræða veljararnar hjá andstøðuni frá at velja Tsvangirai.