Sum væntað fekk einki av teimum tíggju valevnunum á polska forsetavalinum í gjár meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, og tí verður umval tann 4. juli. Virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, fekk flestar atkvøður. Tá knappliga 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði hann fingið 41,2 prosent, meðan harðasti kappingarneyti hansara, Jaroslaw Kaczynski, hevði fingið 36,7 prosent. Jaroslaw Kaczynski er beiggi fyrrverandi forsetan Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukku í Russlandi tann 10. apríl.
30 milliónir póllendingar hava atkvøðurætt, og sambært valnevndini vóru umleið 55 prosent á vali í gjár.