Miðvági:Skal bilurin umvælast, og tú ikki heldur, at tú kanst vera hann fyri uttan, heldur bilverkstaðið hjá Jógvani Hans Joensen í Miðvági, at teir hava ta heilt røttu loysnina. Meðan tú ert uttanlands, umvæla teir bilin, ið annars skuldi staðið stillur við flogvøllin og bíðað eftir tær.
?Heilt einfalt gongur tilboðið út uppá, at vit fara út á flogvøllin eftir bilinum, umvæla hann og seta hann aftur, so fólk hava ein kláran bil, tá tey koma aftur av uttanlandsferð, sigur Jógvan Hans Joensen, sum eigur autoverkstaðið og sevicestøðina Mylluna í Miðvági.
Hendan ætlanin hevur leingi ligið í huganum, greiðir hann frá, men tað er ikki fyrr enn nú, at tey hava gjørt álvara av og hava lýst við hesum møguleikanum.
Ætlanin er so, at fólk biða um tíð frammanundan, tí tað kann sjálvandi ikki bera til, at ein bara kemur og roknar við, at bilurin kann koma inn her og nú. Men tann dag, teir verða noyddir at siga arbeiði frá sær, stendur bara heilt væl til, heldur Jógvan Hans.
Fólk halda yvirhøvur, at hetta er eitt frálíkt hugskot, sigur Jógvan Hans Joensen. Tó eru tað ikki so nógv, sum hava tikið av hesum serliga tilboðnum um at lata bilin umvæla í Miðvági, meðan hann annars skuldi staðið á parkeringsplássinum við flogvøllin.
Men tað eru so onnur, sum hava lagt merki til hetta tilboðið, ið eru komin á verkstaðið í Miðvági at fáa bilin umvældan. Tað kann hanga saman við, at lítið hevur verið gjørt við at lýsa við verkstaðnum, heldur Jógvan Hans. Tá tosað verður um Mylluna í Miðvági, hugsa fólk mest um bensinsøluna, heldur hann.
Men í kjallaranum er lívligt virksemi. Har er nútímans bilverkstað, sum kann alt, sigur Jógvan Hans. Og tá hann sigur alt, meinar hann alt tað heila, sum er við ein bil at gera.
Hann er gamal í garði og veit, at bilarnir í dag eru ikki sum bilarnir vóru, tá hann byrjaði. Nú er alt so elektroniskt, at allir feilir skulu finnast við telduútgerð. Tað er ikki sum fyrr, at tú visti akkurát hvat tað var sum feilti, tá bilurin segði ella gjørdi so ella so.
?Men tað skal ikki standa á, sigur hann. Nú kanna vit tørvin á einum nútímans testapparati, og vísir tað seg, at grundarlag er fyri tí, keypa vit tað.