Hóast Boðanesheimið er ein nýggjur stovnur, so eru fleiri umvælingar gjørdar seinastu vikurnar.
Søgur hava gingið um, at Boðanesheimið hevði ymsar trupulleikar, og hetta váttar Heðin Mortensen fyri Dimmalætting.
Hóast bygningurin er nýggjur, og tí allarhelst eigur at vera í góðum standi, so hava trupulleikar verið við heiminum.
Eitt nú vóru gólvini á vesunum ov hál, og kummurnar ov høgt uppi. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri eldri fólk, og tí valdi kommunan at rætta mistøkini beinin vegin. Heðin Mortensen heldur ikki, at talan er um nakra gølu, tí rættingarnar eru framdar í sátt og semju millum partarnar.
Heðin Mortensen vil ikki siga hvussu nógv umvælingarnar hava kostað. Tað er Articon, sum stóð fyri byggingini av Boðanesheiminum.










