Gjáramorgunin høvdu kirkjuráðið, prestarnir og kirkjutænarnir í Christianskirkjuni í Klaksvík sett hvørjum øðrum stevnu at mála kirkjukjallaran, nú tey hava ætlanir um at dagføra rúmliga kirkjukjallaran, sum verður nýttur til nógv ymisk høvi.
Christianskirkjan varð vígd í 1963. Í 1978 varð kirkjukjallarin settur í tann stand, sum vit kanna hann.
Nýggjar lampur eru komnar upp undir loftið, nýggj borð og stólar koma í næstum, og eisini verður teppið skift. Tí høvdu tey sett sær fyri at mála hølið ljósari og lættari, sum helst trongdi til eftir góð 30 ár í nýtslu.
Tey dugdu eisini at hugna sær við kaffi og køkum og góðum práti aftur við ? og í køkinum er Hanus á Gørðum, prestur altíð góður. Tað var heldur ikki frítt, tey eisini dugdu at skemta sær, tá ið vit vóru fram við. Onkur helt fyri, at her er loyvt at hava ?heilidagar? ímillum, tá ið málað verður. Ein annar undraðist á, at prestarnir altíð stóðu ovastir í stiganum. Ein vildi vera við, at Jógvan Ravnsfjall nýtti gamla máling, tí honum dámdi best sovorið gamalt.
? Jú, har var hugnaligt í kirkjukjallaranum, har tað leið væl eftir, tí tey vóru so nógv, sum tóku eina hond í.
Um 14 dagar, tá ið alt innbúgvið er komið uppá pláss, verður kirkjukjallarin ikki at kenna aftur eftir eitt frálíkt lógvatak, sum kirkjuráðið saman við prestunum og kirkjutænarunum hava staðið fyri við at fríðka um í kjallaranum, sum hevur stóran týdning fyri nýtsluna av krikjuni til so nógv ymiskt.
Orð og mynd: Dávur Winther










