Seinastu viku sóðust vaktarskipið Gormur og Skúmarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju fara sleipandi út eftir Havnarvág, og mikudagin sóðust tey koma sleipandi inn aftur við skipinum.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur áttikið sær arbeiðið at høvuðsumvæla maskinuna á Lómi, mála botnin og gera annað viðlíkahaldsarbeiði.
Fyri at koma til at mála botnin á Lómi er sjálvsagt, at skipið má takast upp. Men Lómur er so mikið stórt skip, at tað ikki ber til at taka hann upp á Tórshavnar Skipasmiðju. Tí var tað, at Gormur og Skúmarin fóru sleipandi inn í dokkina á skipasmiðjuni á Skála við honum.
Tórshavnar Skipasmiðja eigur skipasmiðjuna á Skála, og tí valdi hon at senda Lóm inn á Skála at fáa botnin málaðan, meðan skipið kortini lá uttan maskinu.
Frá Skipafelagnum Føroyar frætta vit, at Lómur skal vera liðugt umvældur 20. januar.
Lómur og systurskipið, Blikur, eru ikki heilt nýggj skip, og tí hyggur reiðaríðið allatíðina eftir nýggjum skipum, men sum Sosialurin skilir, er einki skip funnið, og sostætt eru ongar ítøkiligar ætlanir um at skifta skipini út enn á sinni.