Fyrr í vikuni varð boðað frá, at í dag skuldi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, taka støðu til, hvussu umstrídda svartkjaftakvotan skuldi býtast. Men tað verður av ongum, sigur landsstýrismaðurin fyri Portalinum í dag.
Hann sigur, at tað er ikki heilt klárt at býta, so at tað verður ikki fyrrenn fyrst í næstu viku, at greiða fæst á, hvussu kvotan skal býtast ? ella um talan verður um felagskvotu, so at hon ikki skal býtast yvirhøvur.
Í fjør var kvotan býtt sundur ímillum skipini og tað vóru summir reiðarar ómetaliga ónøgdir við tí teir hildu, at teirra skip høvdu fingið ov lítið.
Men skal okkurt skip fáa meir, skal tað takast frá onkrum øðrum skipi og tað er tann snávingarsteinurin, sum skákast skal uttanum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur at samráðingarnar hava verið og at tað sær gott út at finna semju millum skipini.
- Ein semja er undir landi, men hon er ikki heilt klár enn. Tað vænti eg, at hon verður fyrst í næstu viku og tá verður kvotan býtt.
Hinvegin ásannar landsstýrismaður, at tað kann altíð henda okkurt, sum beinir fyri eini semju, hóast komið er undir land.
-Tað er undir landi, at skerini eru, heldur hann fyri.
Eydnast ikki at finna semju, eru ein møguleiki at venda aftur til tað gamla, at talan verður um eina felagskvotu, har skipini fiska hvør í sínum lagi, til uppi er, og so verður hildið uppat