Gunnar Prokop, sum í einum europeiskum dysti fyri felag sítt, Hypo Niederösterreich, sjálvur leyp inn á vøllin og taklaði ein Metz-spælara, so tað beinleiðis ávirkaði úrslitið av dystinum, sleppur nú við linari revsing. Útihýsing frá altjóða kappingum í trý ár er skorin niður í eitt ár, og bótin er skorin úr 335.000 niður í 75.000 krónur. Somuleiðis er bótin upp á 225.000 krónur, sum felagið hjá Prokop fekk, strikað.