Myndugleikarnir í Texas hava avrættað tann 38 ára gamla Humberto Leal Garcia, eftir at amerikanski hægstirættur sýtti fyri at útseta avrættingina. Stjórnirnar í USA og Meksiko mæltu í gjár myndugleikunum í Texas frá at fullføra deyðadómin, men til fánýtis.
Tann 38 ára gamli Humberto Leal Garcia var úr Meksiko og meksikanskur ríkisborgari. Í áheitanini frá amerikonsku og meksikonsku stjórnini varð víst á, at maðurin fekk ikki tilboð um hjálp frá meksikanska konsulátinum í Texas, tá hann varð handtikin, hóast hann hevði rætt til hjálp.
Samstundis bleiv hægstirættur biðin um at útseta avrættingina, men við fýra atkvøðum fyri og fimm ímóti havnaði rætturin áheitanini. Ein tíma seinni fekk Humberto Leal Garcia eina eiturinnspræning. Hann var dømdur til deyða fyri at hava neyðtikið og dripið eina 16 ára gamla gentu í 1994.










