Umstríddi havnarmaðurin

   

Tað er nógv vatn runnið úr ánni síðani ein sleit sínar barnaskógvar niðri í gomlu Havnini, hvar eg eri føddur og uppvaksin við Skansabrekku. Tað er ótrúlig framgongd, trivnaður og persónlig menning, ið ein síðani hevur fingið, ið kom at liggja undir nógvum dagligum fyribrigdum, ið nú er søga. Eg flutti seinri saman við foreldrum og systkjum niðan í barnaheimið í Krókabrekku, seinni búði ein á Sjómansheiminum og á Hotel Hafnia í Havn.
Tað hevur veruliga loyst seg at stríðast ímóti øllum, ið ein hevur gjølla viðgjørt í túsundtals lesarabrøvum í meira enn 30 ár í dagbløðunum í Havn. Eg havi frá fyrstan tíð funnið upprunan til daglig fyribrigdi, ampa, generan og provokeran, ið nú er søga, uttan at ein fekk stevnt øllum í Havnini. Tað var frá Hotel Hafnia, at ein flutti í kommunala íbúð í Revagarðinum, og tað at ein hevur »inside« vitan í almannalóggávu hjálpti mær í Havnini. Eg havi sett eitt fjøltáttað virksemi í gongd við at hava skrivað lesarabrøv í dagbløðunum í meira enn 30 ár, ið gagnar tí vanliga fólkinum. Tað er stuttligt at síggja at eins hugsjónir, hugskot, atburður og málburður skaptu batar og loysnir, og er vorðin partur av lóggávum v.m. Eg havi vunnið eitt lívslangt frælsis- og arvastríð, nú øll halda sín tátt á bygd og í bý, ið nýttu daglig fyribrigdir, ampa, generan og provokeran. Tað gongur alt meira friðarliga fyri seg aftaná, at øll hava fingið ein skelk frá einum við konfrontatiónum um at virða lóg, rætt og landaskil. Eg skal fylgja øllum upp í lesarabrøvum, so føroyingar gerast sjálvstøðugir og vinnurekandi heimanífrá, við fíggjar- og persónsfrælsi. Tað er ótrúligt, at nógvu álitini handað landsstýrinum seinastu árini, flygja eins hugsjónum, hugskotum, hugburðum, atburðum, málburðum og staðfestan hjá mær.