Umstrídd mál eru útsett í nakrar dagar

Í gjárkvøldið skuldi Tórshavnar Býráð taka støðu til fleiri umstrídd mál, men tað varð av ongum

 Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi Tórshavnar Býráð taka støðu til fleiri mál, sum hava elvt til stóra misnøgd seinastu dagararnar. Men tá ið samanum kom, vórðu øll málini útsett til seinni.

 

Eitt av málunum var at taka niðastu hæddina í Finsen til skúlastovur. Tað hevur búfólkið á Finsen staðiliga mælt frá, tí ætlanin hevur verið at gera kaffistovu har, og tað savningarstaðið vilja tey lesandi ikki missa. Ein onnur ætlan var at sleppa ætlanini um at taka fjórðu hæddina á Býarbókasavnið upp í bókasavnið, men tað hevur starvsfólkið á bókasavninum mótmælt.

 

Øll hesi málini vórðu tikin aftur og fara nú til nágreiniligari viðgerð í býráðnum. Annika Olsen, borgarstjóri, segði, at partvís er orsøkin at tey skulu lýsast betur, og partvís er orsøkin, at forkvinnan í mentanarnevndini hjá býráðnum, Gunvør Balle, ikki fekk møtt á fundi í gjár at lýsa málini.

 

Tað fjórða málið var at hækka samsýningarnar til borgarstjórna, men eisini tað málið varð tikið aftur, tí tað skuldi viðgerast nágreiniligri. Tað kanst tú lesa meiri um HER