Umstrídd bók

Norska tíðindakvinnan Åsne Seierstad gjørdist heimskend undir krígnum í Irak, tá hon dagliga var at síggja á sjónvarpsskíggum kring allan heimin við tíðindum um bumbuálopini á Bagdad, har hon var stødd.

Men Åsne Seierstad er eisini víða kend fyri bókina "Bókhandilsmaðurin í Kabul", sum hon skrivaði um lívið hjá einum bókahandilsmanni og húski hansara í afghanska høvuðsstaðnum. Bókin vakti stóran ans. Hon er týdd til fleiri mál og er higartil komin út í seytjan londum.

Allastaðni fær høvundurin rós fyri bókina, men høvuðspersónurin, bókahandilsmaðurin Shah Mohammad Rais, er alt annað enn fegin um tað, sum stendur í bókini. Hann vil vera við, at Åsne Seierstad ger alt ov nógv burtur úr eitt nú privatlívinum í húsunum í Kabul, og fyrr í vikuni kom hann til Noregs við kravi um, at bókin verður steðgað, og at innihaldið verður broytt, áðrenn bókin kemur út í fleiri londum. Bókin kemur út í USA fyrsta dagin, og forlagið har ætlar sær ikki at broyta innihaldið.