Umstøðurnar vóru vánaligar

Tað verður ikki roknað við, at fasti starturin fer at bera somu trupulleikar við sær í Hvalvík, sum hann gjørdi í Fuglafirði

 

Kappróður


Lokalu fyrireikararnir í kappróðrinum á varmakeldu í Fuglafirði løgdu nógva orku í at vera eins nærlagdir, sum teir eru, ið hava við fasta startin at gera í hinum kapprórðunum.

Formaðurin í Róðrarsambandinum, Hannis Joensen, vil fegin undirstrikað, at teir í RSF halda seg ikki hava nakra orsøk at seta niður á fuglfirðingar fyri, at tað gekk so illa at fáa kappróðurin í Fuglafirði avgreiddan.

? Vit í RSF hava tosað við startdómaran. Hann sigur, at streymviðurskiftini vóru út av lagi vánalig. Tíðin at flyta startin frá eitt túsund metrum og út á fimtan hundrað metrar var, sum hon plagar at vera. Trupulleikin var, at teir báðir bátarnir, sum í hvør sínum enda á fasta startinum spentu trossan, ikki fingu ligið, sum teir skuldu havt gjørt. Sjálvt um teir høvdu ta úterðina, sum plagar at verða brúkt fyri at fáa teir at liggja, so var streymurin so mikið nógvur, at tað var til stóran ampa, slær Hannis Joensen fast.

Fyri áskoðarar og serliga rógvararnar kendist bíðitíðin út av lagi long. Tað skilir RSF so sera væl, men teir vita eisini, at fyri teir, sum arbeiða við fullum huga fyri at fáa startin at rigga, gongur tíðin skjótt. Men hesin trupulleikin ? hvussu leingi høvuðsdómarin skal bíða, áðrenn hann tekur avgerðina um at sleppa fasta startinum ? verður ivaleyst tikin uppaftur nú.


Øðrvísi umstøður

Fjórði FM kappróðurin í ár verður nú leygardagin í Hvalkvík. Stóri spurningurin er, hvussu tað ferð at ganga at fáa róðrarnar avgreiddar. Formaðurin í RSF roknar ikki við, at tað fara at verða trupulleikar við fasta startinum:

? Umstøðurnar í Hvalvík eru ikki sum í Fuglafirði. Á varmakeldu er neyðugt at hava bátar í báðum endunum á fasta startinum, tí tað er ov langt inn á land. Í Hvalvík fer tað at bera til ? akkurát sum tað bar til á Tvøroyri ? at hava annan endan á trossanum festan uppi á landi. Tað er ein øgiligur munur ? ikki minst um viðurskiftini eru, sum tey vóru í Fuglafirði síðsta leygardag.

Róðrarsambandið hevði fund týskvøldið. Har lósu teir kæruna hjá vestmenningum um 10?mannafars róðurin. Teir savnaðu tilfarið og sendu pørtunum tað til viðmerkingar. Tá hetta er komið inn aftur, verður avgerð tikin.