Umstøðurnar mest týdning

- Tað hevur nógv at siga, at starvsfólkini trívast. Um starvsfólkini eru óuppløgd, tá kundarnir koma inn, so verður ein ikki valdur til ársins handil, sigur Elsebeth Andreasen, sum eigur Idé Møblar


Fyrsta málið hjá Idé Møblum er, at starvsfólkið skal trívast, og at kundarnir fáa tað teimum tørvar.
- Tað fyrsta sum skal til, fyri at fáa tað at virka, er at arbeiðsumstøðurnar eru í lagi. Vit hava arbeitt miðvíst ímóti at fáa góð og hóskandi hølisviðurskifti, sigur Elsebeth Andreasen, sum saman við manninum Birgir Andreasen eigur og rekur Idé Møblar.
 
Lata upp seinni leygardag
Tá Idé Møblar hava lagt sínar upplatingartíðir, hava tey eisini hugsað um starvsfólkini.
Handilin plagdi at vera opin til kl. 19 fríggjakvøld og lata upp aftur kl. 9 leygarmorgun. Hesar tíðirnar eru nú broyttar soleiðis, at handilin letur aftur ein tíma fyrr fríggjakvøld og letur upp ein tíma seinni leygarmorgun.
- Tað merkir rættiliga nógv fyri starvsfólkið, at tey hava ein tíma eyka leygarmorgun, so hava tey møguleika at hugna sær eitt sindur saman við familjuni, áðrenn tey fara til arbeiðis, greiðir Elsebeth Andreasen frá.
Síðsta sunnudag áðrenn jól hava handlarnir loyvi at hava opið, men í mong ár hava Idé Møblar valt at hava stongt henda sunnudag.
- Tað er bæði fyri okkum og fyri starvsfólkið. Vit halda, at tað er nóg leingi opið til jóla. Tann sunnudagin plaga vit at fara á Hotel Hafnia at hugna okkum. Meðan flestir aðrir handlar hava opið, hava vit okkara jólahald fyri starvsfólkum við maka og børnum.
 
Ársins handil
Idé Møblar hava útferðir fyri starvsfólkinum á hvørjum ári. Tey síðstu árini tá tey hava verið kosin Ársins handil, hava tey verið uttanlands og ferðast.
- Eg haldi, at tað ávirkar samanhaldið, at vit hava møguleika at vera saman undir øðrum umstøðum enn til dagligt, sigur Elsebeth Andreasen.
Idé Møblar hava fýra ferðir á rað fingið heiðurin Ársins handil, har tað eru kundarnir, ið avgera, hvør besti handilin er.
- Um starvsfólkini ikki trívast, so høvdu vit ikki vunnið. Um starvsfólkini eru óuppløgd, tá kundarnir koma inn, so verður ein ikki valdur til Ársins handil. Tað hevur nógv at siga, at starvsfólkini trívast. Tað sæst eisini aftur, við at vit ikki skifta starvsfólk ofta, onkur hevur verið her í 27 ár, sigur Elsebeth Andreasen.