Umstøðurnar hjá teimum gomlu

Ongin ivast er longur í, at Tilhaldið í Tórsgøtu 21 er komið fyri at vera.


Tilhaldið er vorðin ein natúrligur og vælumtóktur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í kommununi.

Og nú hevur býráðið so við samtykt síni 5. oktober sligið fast eina ferð með alla, at húsið - alt sum tað er - skal brúkast sum lið í trivnaðartilboðunum til tey gomlu, ið har savnast.

Eg fari at nýta høvi at ynskja tykkum í Tilhaldinum framhaldandi góða eydnu við frálíka og mennandi virksemi tykkara har.

Somu ynski fara til Pensjonistafelagið, ið m.a. við stuðuli frá býráðnum í dag heldur til í Losjubygninginum við Tinghúsvegin.

Verri stendur til við umstøðunum hjá teimum av okkara gomlu, ið m.a. av heilsuávum ikki hava møguleika at taka lut í teimum tilboðum, ið

Tilhaldið og Pensjonistafelagið hava á skránni. Hesi - og teirra avarðandi - hava sjálvandi eisini krav uppá, at okkurt eisini verður gjørt fyri tey.

Og her verður sanniliga neyðugt at fara miðvíst til verka við teimum alsamt vaksandi bíðirøðunum, ið eru til ellis- og røktarheim umframt eldrasambýli.

Umráðandi er í hesum sambandi sum skjótast at fáa greiði á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur, so hetta ikki skal darva og leggja fót fyri neyðugum útbyggingum á hesum øki í framtíðini.

Eftir mínum tykki er tað púra upplagt, at ábyrgdin her - eins og á barnagarðsøkinum - eigur at liggja hjá kommununum.

Og eg dugi ikki at ímynda mær annað enn, at hetta eisini verður niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, ið landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum nú hevur sett júst við tí setningi at fáa greiði á hesum

viðurskiftum.

Eftir ætlan skal arbeiðsbólkurin verða liðugur við arbeiði sítt 1. februar næsta ár, so her er nakað at síggja fram til.

Hóast ógreiðu viðurskiftini, ið valda á hesum øki í løtuni, hevur Tórshavnar kommuna eftir førimuni roynt at bøtt um umstøðurnar á hesum øki.

M.a. við Ellis- og Umlættingarheiminum.

Fyri tveimum árum síðani keypti og umbygdi kommunan eisini fyri egna rokning eini hús Oman Hoydalar, sum í dag virka sum eldrasambýli við plássi fyri 8 búfólkum og tveimum umlættingarplássum. Viðgangast skal, at hetta ikki munar nógv, tá tørvurin jú er nógvar ferðir størri, men upplýsast kann, at aðrar ábøtur eru á veg.

Kommunan arbeiðir í løtuni við ætlanum um at byggja onnur sambýli umframt dagtilhald fyri senildement, og fyribils eru grundstykki løgd av til endamálið úti í Vallalíð og við Vegin Langa.

Vónandi verður politisk undirtøka fyri at skunda undir hesar ætlanir, tá íløgurnar hjá kommununi næsta ár, sum siðvenja er, verða markaðar í januarmánað.

Tjóðveldisflokkurin raðfestir trivnaðin hjá eldru borgarum okkara ovarlaga á dagsskrá síni.

Vinarliga


Leivur Hansen,

borgarstjóri