Tað er ein mýta, at Føroyar eru klárar at skipa fyri oyggjaleikakappingum í frælsum ítrótti. Hetta staðfestir formaðurin í Frælsum Ítrótti í Føroyum, sum vitjaði SportBoxina á Rás2 fyrrapartin í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hall Holm greiða frá tí, sum dagførast og leggjast aftrat verandi umstøðum á Tórsbreyt í Havn fyri at Føroyar kunnu verða oyggjaleikaklárar á tí frontinum.
Millum tað, sum manglar eru umklæðingarrúm, áskoðarapláss, ljósmastrar og ljós, umstøður hjá fjølmiðlum, sum eru mangir í tali til oyggjaleikakappingar. Burtursæð frá, at tey á Tórsbreyt hava fingið eitt stað at skriva og staðfesta úrslit frá kappingum, so er einki annað hent síðani Tórsbreyt var tikin í brúk fyri 10 árum síðani.
- Vit fáa møguliga oyggjaleikirnar í 2027, og tá verða tað 38 ár síðani oyggjaleikirnir vóru í Føroyum seinast. Hvør skuldi trúð, at tað fór at ganga so lang tíð, staðfestir ein hugtungur Hallur Holm.