Umstøður teirra eldru

Alternativir bústaðarmøguleikar:

Fuglafjarðar kommuna skal vera eitt stað, har tað er gott at búgva ? eisini tá ein verður gamal.

Hallbjørg Hansen

Kambsdalur



Fyri fólk, ið eru komin upp í árini eiga umstøður at verða skaptar fyri, at hesi - um tey ynskja tað ? kunnu hava aðrar bústaðarmøguleikar. Tað hevur ikki verið siðvenja í Føroyum higartil at flyta úr sínum egnu húsum, fyrr enn ein er noyddur til hetta av t.d. heilsuávum, men mugu vit tó ásanna, at tað í framtíðini verður tørvur á, at útvega smærri bústaðir, antin til leigu ella til keyps til borgarar, ið ikki longur orka at sita í sínum stóru húsum.

Havandi millum annað hetta í huga er ætlanin at fara undir at kanna møguleikarnar fyri alternativari íbúðarbygging.


Sambýlir:

Fyri tey, ið ikki longur klára seg sjálvi heima við hús, er kommunan farin í gongd. Nakað er gjørt á hesum økinum. Vit hava fingið eitt eldrasambýlið, ið øll fegnast um. Serliga kunnu vit gleðast um, at hetta liggur á einum økið, har ið nógv lív er rundan um. Har kunnu tey gomlu eygleiða børnini, ið spæla á dagstovninum.

Veruleikin er tó, at tørvurin fyri plássum er langt frá nøktaður enn. Hetta hevur í løtuni við sær, at tað er bert ein partur av teimum, ið eru allar ringast fyri, ið higartil eru sloppin inn. Vit skuldu helst fingið nøkur pláss aftrat næsta ár.

Vit hava eisini ásanna, at øll gomul og veik hava ikki sama tørv, tí er neyðugt at kanna aðrar møguleikar, t.d. at finna útvegir fyri at tey, sum eru dement, eisini kunnu fáa eina virðiliga tilveru uttan at vera til ampa fyri onnur.


Røktarheim:

Sambýlir eru upprunaliga ikki roknað at verða røktarheim. Tí verður framvegis neyðugt at hava í huga útbyggingar á tí økinum. Hetta gerst ikki hjá einari kommunu einsamallari. Vit halda tó ikki, at tað er rætt at blíva við at vaksa um verandi røktarheim í Eysturoynni, men at rættara loysnin heldur er at finna eitt annað stað at byggja á, og má tað endiliga ikki verða á nøkrum útjaðara. Avgerandi er, at tað liggur so høgligt sum gjørligt hjá teimum avvarðandi og øðrum at koma til.


Fíggjarligu karmarnir:

Vit ásanna, at tað er í nærumhvørvinum, tú best kanst fylgja við tørvinum hjá øllum borgarunum. Tá kommunurnar hava yvirtikið alt eldraøkið, og harvið eisini alla fíggjarligu ábyrgdina av hesum, skuldi borið væl til at skipa so fyri, at peningur verður settur av til at útbyggja hetta við.