Umsorgan fyri øllum menniskjanum

Sunnudagin 24. oktober hátíðarhelt Frelsunarherurin sín 80 ára stovningardag í Føroyum. Hátíðarhaldið var merkt av góðum tónleiki, upplestri og talum

Seinasta vika var merkt av at Frelsunarherurin hátíðarhelt sín 80 ára stovningardag í Føroyum. Í vikuni var ein áhugaverd framsýning, sum í myndum og øðrum lutum lýsti farnu 80 árini, og í vikuskiftinum var so sjálvt hátíðarhaldið.

Á fundinum sunnukvøldið talaði Njál Djurhuus, sum er kunningarstjóri fyri Frelsunarherin í Noregi, Íslandi og Føroyum.

Jóannes Skaale las eina yrking eftir amerikanska rithøvundan N.V.Lindsay, sum Jóannes sjálvur hevur føroyska. Meðan hendan hugtakandi yrkingin varð lisin upp, varð lagið "Er tín sál tváa rein" framført í sangi og tónleiki.
Yrkingin var skrivað í sambandi við deyða William Booth og eitur "General William Booth enters Heaven"

Millum tey vitjandi var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sum eisini helt talu.

Streingjakór hjá Frelsunarherurin í Vági luttók eisini undir hátíðarhaldinum.

Frelsunarherurin varð stovnaður í London í 1865 av William Booth. Rørslan vaks skjótt og breiddi seg til onnur lond.

Í Føroyum varð Frelsunarherurin formliga settur á stovn í Havn tann 23. oktober 1924.

Í dag hevur Frelsunarherurin eina samkomu í Vági og eina í Havn.

Frelsunarherurin er kendur um allan heim fyri brúk av horntónleiki. Nøkur av heimsins bestu hornorkestrum hoyra til Frelsunarherin.



At prædika við orðum og hondum hevur altíð verið eyðkenni Frelsunarhersins. Umsorgan fyri øllum menniskjanum, samansett av anda, sál og likami, er eitt av slagorðum Frelsunar-hersins.

Í Føroyum hevur Frelsunarherurin stovnað herberg fyri heimleys.

Soleiðis sum Frelsunarherurin er skipaður, við mongum sereyðkennum, m.a. búnar, tónleikur, útifundir og sosialt arbeiði, ger at hesin felagsskapur verður ein sjónlig mynd í samfelagnum.