Umskipanin av FSF liðug

Hetta var eitt stig, sum var neyðugt, um lógir og reglur hjá FSF skulu samsvara við tað, sum verður kravt av UEFA og FIFA.

Samstundis er limaskapurin hjá føroysku feløgunum nú broyttur, soleiðis at hesi eru beinleiðis limir í FSF. Øll sum eitt eru tó eisini framhaldandi limir í ÍSF, men tann limaskapurin er ikki longur ein treyt.

Mannagongdin fyri kærur v.m. er nú eisini broytt. Áður viðgjørdi kappingarnevndin hjá FSF sjálv kærumál, sum síðani kundu kærast til Dómsnevndina. Og í evsta føri Ítróttardómstól ÍSF´s.

Eftir fundin í dag umsitur Kappingarnevndin bert sjálva kappingina. Kærur verða viðgjørdar av sonevndu Aganevndini, og kunnu hesar kærast til Yvirkærunevndina. Í evsta føri ber til at skjóta mál inn fyri ein gerðarætt.

Nýggir nevndarlimir skuldu tí eisini veljast. Í Aganevndini eru Anni á Hædd, Ingun Eiriksdóttir og Kjartan Mohr. Sissal Kjartansdóttir Kristiansen og Sigmund Poulsen eru varalimir.

Í Yvirkærunevndini eru Andrass Arge, Birtha Biskopstø og Jens Erik Magnussen, og har eru Gunnar Holm Jacobsen og Sigrun Mikkelsen varðalimir.