Fyrrapartin í dag kom russiska skipið Arctica á Vág samstundis sum frysti-farmaskipið Silver Copenhagen kom á Vág.
Skipini bæði hava lagt at á sunnara landi, við oljukeiina, har veiða skal umskipast frá Arctica umborð á Silver Copenhagen.
Vagur.fo skrivar, at fyri nøkrum árum síðani var vanligt, at russiskir trolarir komu á Vág at umskipa veiðu og lógu teir tá bæði á sunnara landi og eisini við djúphavnina, tá veiða varð skipað inn á frystigoymslurnar á havnarlagnum í Vági.
Myndir:D.O
##med2##
##med3##