Í morgun vóru starvsfólkini í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu við borgarstjóranum á odda uppi í Borðoyarvík og ruddaðu.
Henda rudding, sum er ein partur av umhvørvisvikuni hjá kommununi, er vorðin eitt afturvendandi, árligt tiltak hjá umsitingini, at rudda fjøruna uppi við Borðoyarvík.
Tað var av fagrasta veðri, og sólin skein. So hóast onkur hevði latið seg væl í til endamálið, so var skjótt at troyggjan mátti falla.
Øll vóru tó skjótt saman við borgarstjóranum samd um, at fjøran í ár var munin reinari, enn hon hevur verið undanfarin ár. So kanska ruddingar- og umhvørvisherferðir hava verið viðvirkandi til, at hvør einstakur tekur betur upp eftir sær.
Leygardagin endar umhvørvisvikan við, at almennur ruddingardagur verður víða um í kommununi, sum er skipað í ymisk øki. Lýst er um hetta í bløðunum og í einum faldara, sum fyrst í vikuni varð borin í hvørt hús í kommununi.
- Ein ruddingardagur sum hesin kann gerast ein frálík uppliving úti í okkara vøkru náttúru, samstundis sum hetta er eitt høvi til okkum øll at gera okkara til frama fyri náttúru og umhvørvið okkara alra, sum her liva og virka, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.