Umsitingin í Havn veksur

Trivnaðarfyrisitingin er so stór, at hon má býtast í tvey, sigur Tórshavnar kommuna

Fyri at møta framtíðar tørvi og avbjóðingum og fyri at styrkja eldraøkið, hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at býta økið hjá trivnaðarfyrisitingini upp í tvey, so kommunan nú hevur eina trivnaðarfyrisiting og eina heilsu- og umsorganarfyrisiting, sum varðar av eldraøkinum umframt sosial- og heilsumálum. Hetta bleiv samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

 

Tórshavnar kommuna hevur nú havt alt eldraøkið í kommununi um hendi í 3 ár. Frammanundan var kommunali parturin av eldraøkinum undir trivnaðarfyrisitingini. Tá ið landið flutti alt eldraøkið til kommunurnar at reka og umsita, fekk bæði gamla og nýggja økið hjá kommununi tilvísing til trivnaðarfyrisitingina, tí henda fyrisiting hevur gott og breitt innlit í kommununa. Trivnaðarfyrisitingin var frammanundan rakstrartung og við nógvum starvsfólkum.

 

Seinastu trý árini er eldraøkið væl grundfest og skipað í kommununi, men fyri at lætta um hjá trivnaðarfyrisitingini og somuleiðis styrkja eldraøkið, verður trivnaðarfyrisitingin nú býtt upp í tvey.

 

Trivnaðarfyrisitingin varðar framvegis av stórum økjum, tí undir hesi fyrisiting er Barna- og ungdómsdeildin, Mentamáladeildin og Barnaverndardeildin, sum áður hevur itið Sosiala deild. Áður hevur eldraøkið víst til trivnaðarstjóran, nú vísir heilsu- og umsorganarfyrisitingin til kommunustjóran.

 

Jóan Petur Hentze er trivnaðarstjóri, og Eyðfríð L. Jacobsen er heilsu- og umsorganarstjóri.

 

Eldraøkið er stórt í vavi. Fyri framman eru fleiri stórar útbyggingar. Ein útbygging fyri 23,5 mió. kr. verður á Tjarnargarði, har ein depil fyri fólk við minnissvinni (demens) verður gjørdur. Nýggjur Umlættingardepil við 25 plássum verður bygdur fyri 25 mió. kr. Og farið verður undir at gera byggiskrá til nýtt røktarheim í næstum.

 

Umframt at umsita allar tænastur til eldri, liggja hesi øki eisini undir heilsu- og umsorganarfyrisitingini:

 

- Hvíldarheimið Naina

- Kommunulæknaskipanin

- Serflutningsskipanin

- Tilboð til heimleys

- Stuðul og verkætlanir innan almanna- og heilsumál

- Fólkaheilsa

 

Tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganarfyrisitingini eru nógvar og fjølbroyttar. Knappliga 600 fólk eru í starvi, og økið verður rikið fyri 184 mió. kr. í 2018.